Tá ið eg vil hava kveikjandi náttúruupplivingar, skal tað verða mjørki. Hóast tað trongist um, so verður rúmið opið, dýpið djúpari, partar kámast, aðrir traðka fram. Tú verður ein partur av rúminum.

Archie er sjálvlærdur, og tað eru flestu av hansara fyrimyndum eisini, bæði tónleikaliga og myndlistaliga. „Eg hevði ivaleyst
fingið nógv burtur úr einum listaskúla, og lærdómur kann lata nýggjar heimar upp, men hann kann eisini vera ein avmarking. Ingálvur av Reyni segði, at hann mátti brúka seks ár at finna seg sjálvan eftir akademiið,“ sigur hann. 

Archie Black hevur verið við á mongum framsýningum millum ár og dag. Hann hevur sýnt fram í Danmark, Noregi og Svøríki, og móttøkan hevur verið góð. Fyrsta framsýningin, hann var við á, var ein framsýning í gamla tekniska skúla í Klaksvík fyrst í 70’unum, sum Hans Jacob Glerfoss og Fridjof Joensen skipaðu fyri.

– ARCHIE